##med2##
KÍ vann í dag trivaligan 7-0 sigur á EB/Streymi við Margáir. Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, er fegin um stórsigurin. Hann sigur at talan var um fleiri avbera góð mál, men harmast um at ongir áskoðarar vóru at síggja málini.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
Hann er eisini harmur um, at Heini Vatnsdal mátti av vøllinum við einum strekki í baklærinum. Nú verður vónað, at landsliðsspælarin verður tøkur við evropesisku uppgávur, ið eru fyri framman. Mikkjal Thomassen metir, at tað kann verða ein fyrimunur at liðini bara skula spæla ein dyst per uppgerð hesaferð.
Venjarin hjá KÍ ilskast tó inn á miðlingina hjá Kringvarpinum av KÍ og brotsspørkunum, sum liðið fekk í fyrru hálvu. Hann vísir á, at síðani nógvu viðgerðin av brotsspørkunum hevur KÍ einki brotsspark fingið. Mikkjal Thomassen heldur, at KÍ kundi fingið bæði tvey og trý brotsspørk í kvøld og fílist á dømingina.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen.
EB/Streymur – KÍ 0-7 (0-3)
0-1: Páll A. Klettskarð 12.
0-2: Patrik Johannesen 27.
0-3: Deni Pavlovic 36.
0-4: Jóannes K. Danielsen 55.
0-5: Jonn Johannesen 70.
0-6: Jonn Johannesen 72.
0-7: Jóannes Bjartalíð 89.
Dómari: Rúni Olsen
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Gestur B. Dam, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ragnar Danielsen – Gutti Dahl-Olsen (Magnus Heinason, 69.), Bárður Olsen, Tóki H. Johannesen (Rói H. Olsen, 60.), Hjalti K. Djurhuus, Símun Sólheim – Niklas T. Kruse (Høgni Hummeland, 81.)
Gult kort: eingin
Venjari: Jákup Martin Joensen
KÍ: Kristian Joensen – Jesper Brinck (Boris Dosljak, 66.), Odmar Færø, Heini Vatnsdal (Ólavur Niclasen, 44.), Jóannes Kalsø Danielsen – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Páll A. Klettskarð (Jonn Johannesen, 56.), Ole Erik Midtskogen
Gult kort: eingin
Venjari: Mikkjal Thomassen