Glaður fyri at tað ber til

Sjúrður Skaale hevur ikki verið serliga virkin í valstríðnum, einamest tí hann lá sjúkur stóran part av tíðini

Meðan valstríðið leikaði harðast á, lá ein av stóru vónunum hjá Tjóðveldi, Sjúrður Skaale, sjúkur í seingini.

Men nú er hann millum tinglimirnar, og tað er hann glaður fyri

- Eg fekk ikki ført tað stóra valstríðið. Eg hevði eina plakat, og eg hevði einans eina lýsing í bløðunum. So eg eri serliga glaður fyri, at tað framvegis í hesum døgum ber til at kunna standa seg hóast mann ikki brúkar ørgrynnu av pengum í valstríðnum, sigur Sjúrður Skaale, nú eftir valið.

Hann vísir á, at hann ikki hevur verið nógv frami í almenna orðastríðnum, og at hansara valstríð fyri tað mesta hevur verið, at hann hevur eina heimasíðu, sum hann aftur fyri sigur hevur verið rættiliga væl vitjað. Og tað hevur fyri so vítt verið tað, sum hansara valstríð hevur gingið út upp á.

- Eg haldi, at fólk vita, hvat eg meini og standi fyri, sigur hann.

Hann hevur við øðrum orðum ikki verið ein av teimum, sum hevur skrála í høvdið á fólki, at tey skulu velja meg, sum hann tekur til.