Glaður fyri at fáa møguleikan

(FM1) Heini Vatnsdal er glaður fyri at fáa spælitíð á føroyska landsliðnum aftur

Heini Vatnsdal kom á vøllin í seinna hálvleiki, har hann skuldi taka nøkur tøk á miðjuni aftaná Hallur Hansson fór út í dystinum ímóti Aserbadjan á Tórsvølli.

 

Heini Vatnsdal heldur, at tað er ein løgin kensla at tapa ein dyst 0-3 aftaná at hava havt so nógvar málmøguleikar. Hann leggur tó eina við, at liðið má leggja hetta tapið afturum seg og arbeiða hart fyri at gera tað betur ímóti Kosovo sunnudagin.

 

Heini Vatnsdal er glaður fyri møguleikan hann fekk við spælitíð ímóti Aserbadjan, hóast tað var á miðjuni og ikki í verjuni har hann vanliga spælir í Fremad Amager í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.