Tað var í gjár, at dómur varð sagdur í málinum. Hæggstirættur gav Taks viðhald í kravinum um, at teir 11 eigararnir í P/F Varðanum í Gøtu ikki skulu sleppa undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónunum, um fyritøkan verður seld.
Tað kravdi nakað at fara til Hægstarætt, tá ið fyrst Skatta- og avgjaldskærunevndini, síðani Føroyarættur og til seinasta Eystari Landsrættur komu til aðra niðurstøðu. Men Taks kærdi málið.
– Tá ið tað tríggjar ferðir varð dømt ímóti okkum, fer man sjálvandi at hyggja inneftir, um vit eru á rættari kós ella ikki. Men vit vildu royna at sleppa í Hægstarætt. Bara tað, at vit sluppu framat, merkir, at tað er nakað serligt, sigur Eyðun Mørkøre.
– Tað, at vit nú hava vunnið málið, styrkir okkum internt í tí fakliga førleikanum, at sjálvt um vit ivaðust, eftir at vit hava tapt fleiri ferð, at tora at standa við tí, so er tað ein góð kensla.
Nú stendur tað, sum Hægstirættur er komin til, sigur Eyðun Mørkøre.
Verður hetta málið eitt fordømi?
- Nei, eg vænti ikki, tí at hetta málið er so serligt. Men tað hendir eisini, at Hægstarættadómar verða brúkt javnfjarðis í øðrum málum. Her er ein kombinatión av eini skattaligari niðurstøðu við eina sivilrættarliga handling, og tað hevur ikki verið roynt fyrr á hendan hátt, og tað fer at skapa fordømi upp á onnur mál, sum kunnu samanberast, sigur Eyðun Mørkøre.
Dómurin merkir, at teir 11 eigararnir í Varðanum ikki sleppa undan at rinda 310 milliónir krónur í skatti, um P/F Varðin verður seldur.
Teir 11 eigararnir í P/F Varðanum skulu gjalda 3 milliónir krónur til TAKS og 4 milliónir krónur í sakarmálskostnaði.
Lesið eisini greinina: TAKS vann rættarmálið móti eigarunum í P/F Varðanum