Glað starvsfólk gera allan munin á botnlinjuni

Gleði millum starvsfólkini gevur størri úrtøku á botnlinjuni, enn nøgd viðskiftafólk, staðfestir nýggj kanning. Business-Line skrivar, at sum leiðari er neyðugt at hjúkla um starvsfólkini og hugsa minni um viðskiftafólkini, tí tað økir um søluna.

Soleiðis ljóðar ein óvæntað niðurstøða hjá Rosu Chun, ið starvast sum professari á nógv virda IMD Business School í Schweitz, sum granskar innan umdømi hjá fyritøkum.

Sum ein tann fyrsti granskari í heiminum ger Rosa Chun upp við fatanina um, at kundar og starvsfólk skulu hava somu fatan av fyritøkuni. Tað skulu tey ikki, sigur hon. Starvsfólkini skulu elska fyritøkuna meira enn kundarnir.

Professarin heldur, at fyritøkurnar skulu stremba eftir, at halda fast upp á munin í, at starvsfólkini skulu verða glaðari fyri fyritøkuna, enn kundarnir.

Vit síggja, hvussu stóran mun glað starvsfólk kunnu gera. Tá kundar koma inn í eina forrætning broyta teir sína uppfatan, um teir koma í sambandi við glað starvsfólk. Hetta endar í mongum førum við øktari sølu, sigur IMD professarin.