Glað spøkilsir

Vóru fólk glað eftir Pipar & Salt, so gjørdist hýrurin upp aftur betri, tá The Ghost vóru á lítla pallinum fyri løtu síðani Teir báðir Filip Mortensen og Urbanus Olsen eru nakað fyri seg. Teir hava sín heilt serstaka hátt at framføra og forføra. Saman við dansibólkinum Hóps spreiddu teir gleði og gleim til fjøldina, ið var savnað frammanfyri lítla pallin í Kirkjubø.

 

Herliga framførslan endaði við einum sonnum braki, tá áskoðararnir vórðu bodnir upp á pallin at dansa og syngja við.

 

Ein fantastisk framførsla frá ungu monnunum í The Ghost!