Glaðir milliónerar

»Gylta lógvatakið« er eitt kent hugtak - serliga í bank­a­heim­i­num.

»Gylta lógvatakið« er ein stór pen­ing­a­upp­hædd, sum verður gold­in stjóra, sum fer frá í ó­tíð av tí at gjørd er ein frá­far­ing­ar­av­tala. Upp­­hædd­ir­nar kunnu vera rættiliga stórar.

Tað var eisini tað sum hendi í Eik hendan dagin. Fíggj­ar­eft­ir­lit­ið hevur kravt leiðsl­una frá, og so má sátt­mál­in sjálv­andi haldast. Hvør frá­far­ing­ar­lønin er, vil bank­in ikki upplýsa, men tað kemur so fyri ein dag, tá rokn­skap­ur­in verður lagd­ur fram. Upp­hædd­ir upp á fleiri mill­i­ón­ir hava ver­ið nevnd­ar. Falda vit mán­að­ar­løn­ina hjá for­stjór­a­num við upp­sagn­ar­tíðini, so fáa vit 250.000 ferðir 18, sum gev­ur hálva fimtu milliónir krón­ur.

Vit halda:
at tað er ikki eiti á frekleika, um tað passar, at Eik­stjór­ar­nir hava fingið nær námind hesi upp­hædd. Hetta vísir týð­u­liga, at hesir menn - og nevndin, sum hevur á­sett teimum hesa lønina, als einki jørðforbindilsi hava. Hvussu skulu slík fólk klára at reka ein banka skila­gott?

Vit áttu at fingið eina lóg, sum vardi borg­aran móti slíkari egoistiskari eyð­ræn­ing. Meinigi før­oy­i­ng­ur miss­ir síni part­abrøv - ­sum kanska eru keypt fyri lænt­ar peng­ar, meðan teir, ið á­byrgd­ina hava, liva í súsi og dúsi. Tað er so hamrandi ó­rætt­víst!