Ein av teimum heilt royndu spælarunum í Kyndils-hópinum, er Jónleif Sólsker. Í dag er leiklutur hansara kanska meira átøkur tí hjá einum stuðuls-pedagogi, soleiðis at hann kann hjálpa yngru kreftunum at bera liðið. Men hugurin eftir at vinna tykist tó framvegis vera tann sami.
Og júst sigurin var eisini tað, sum hann tóktist mest fegin um eftir dystin mikukvøldið.
Vit burdu kanska lukkað dystin longu í fyrra hálvleiki. Men eg ivist kortini í, um hetta ber til móti KÍF. Teir blíva bara við við at stríðast, líkamikið hvussu støðan er. Og tá kanst tú ongan tíð taka tær av løttum, helt hann.
Men tað var fyrst og fremst sigurin, sum taldi. Nú hava vit staðfest plássið í finaluni, og tað í sjálvum sær er ein veldugur lætti. Bæði vit og onnur lið hava fleiri ferðir kiksað, tá tingini skuldu setast upp á pláss. Men hesa fer
ð gekk tað, og n´kunnu v it veruliga fara at hugsa um seinastu fyrireikingarnarl, helt veteranurin, sum møguliga er ávegis sínum 11. meistaraheiti í bestu mansdeildini. Og um so er, so sínum næsta gullmerki í ár, tí hann var eisini partur av 1. deildarliðnum hjá Kyndli, sum seinasta sunnudagin vissaði sær gullið.