Glaðir fyri áskoðararnar

- Vit vistu, at hetta fór at gerast ein harður dystur. Vit fáa eina keðiliga byrjan uppá seinna hálvleik, men sjálvt um vit ikki fáa álopið at koyra, so fáa vit skil á í verjuni, og hetta vinnur at enda dystin fyri okkum.

Hetta segði danski landsliðsleikarin, Søren Stryger, eftir dystin ímóti Noregi. Bæði hann og Ulrik Wilbek vóru eisini sera fegnir um leiklutin hjá donsku áskoðarunum. – Uppbakningurin var fantastiskur. Tað merktu vit veruliga, tá vit vóru aftanfyri 15-18. Áskoðararnir vóru heilt víst við til at lyfta liðið í dag, segði Ulrik Wilbek eftir dystin.