Glaðir fyri bronsuna

KÍF vann stórt á H71, men hóast ikki rakk til finalupláss, eru kollfirðingar væl nøgdir. – Alt skuldi ganga upp í eina hægri eind, skuldi tað eydnast, staðfestir Gert Hansen

H71-KÍF 25-32 (11-16)

Hondbóltur: Kollfirðingar gjørdu sítt, so skuldu hini úrslitini havt lagað seg eftir vild, vóru teir klárir at koma í finaluna. Men hóast teir vunnu sannførandi á hoyvíkingum við sjey málum, rakk tað ikki til finaluna, men gav kortini KÍF bronsu.
– Tað er fínasta slag, at vit fáa bronsu, tí hetta var nokk tað, sum tað kundi røkka til hjá okkum, sigur strikuspælarin, Gert Hansen, sum – eins og restin av liðnum – var eitt stórt smíl, tá hann hevði fingið heiðursmerkið um hálsin. Eisini áskoðararnir fagnaðu spælarunum eftir dystin, tí bronsan var kanska meira, enn nakar hevði væntað undan kappingarárinum.
– Hetta er jú eitt super úrslit, so eg eri ótrúliga væl nøgdur. Alt hitt skuldi ganga upp í eina hægri eind, men tað gjørdi tað so ikki. Vit kundu kanska verið komnir eitt lítið sindur longur í ár, men vit gjørdu so alt tað, vit kundu. Næsta ár ætla vit at taka okkum eitt sindur longur fram.

Aftur at byggja upp
H71 var meistari í fjør, men endar aftast í ár eftir eina sera javna kapping millum tey fimm liðini, sum tað mesta av tíðini kappaðust um at sleppa í finaluna ímóti Neistanum, ið tíðliga fór frá hinum.
– Eg eri ótrúliga skuffaður, tí tað hevur verið so tætt, at øll fyri tað kundu enda aftast. Men tað stendur á stigatalvuni, at vit eru aftast, og tað er ikki gott. Vit máttu bara sanna, at tað er strævið at skula verja eitt meistaraheiti, sigur ein av H71-arunum, Dánjal Tórgarð.
– Hetta er eitt heilt annað lið og soleiðis er tað alla tíðina hjá okkum. Vit blivu føroyameistarar í fjør, men skuldu so byggja eitt nýtt lið upp í ár, og tað verður nokk tað sama næsta ár, tí onkrir av teimum berandi fara niður at lesa. Men vit, sum eru eftir, eru tá eitt ár eldri, og vit skulu nokk klára at vinna nakrar dystir.