Trýbólkurin Happy Jazz spældu júst tað; glaðan djass Navnið á bólkinum sigur rættiliga nógv um tónleikin, ið teir tríggir, Ólavur Hansen á trompet, Hans Petur í Brekkunum á saksofon og Bjarki Meitil á kontrabass, spæla. Væl spældan og hugnaligan djass, ið avgjørt ger fólk glað. Glaður djassur.
Kendir føroyskir slagarir fingu eina renovering og eina djassuta útseting. Millum løgini vóru ?Eg siti so eina?, ?When The Saints?, ?Rasmus? og enntá ?Omma Ludvík? fekk eina djassuta yvirháling av trýbólkinum.
Tað var týðiligt, at teir hugnaðu sær á Torginum, ið er minsti pallurin av trimum. Men hóast hann er minst, so var pallurin kanska í so stórur til lítla bólkin. Stóra, hvíta teltið sá eitt sindur ov tómligt og kalt út til hugnaliga tónleikin, ið avgjørt hevði riggað betri á einari lítlari, roykfyltari djassbarr.
Men líkamikið; glaði tónleikurin frá og góði hýrurin á teimum trimum, smittaði av á áhoyrararnar, sum prátaðu, flentu og lurtaðu eftir mjúku tónunum, ið smoygdu sær út í dýrdarveðrið. Góður tónleikur í góðum veðrið gevur sum oftast gott lag.