Glað fyri sigurin

Adina Petrea var skadd í gjárkvøldið, men valdi kortini at spæla, og burturúr komu 10 mál, ið er tað minsta, hon hevur skotið í nøkrum dysti í vetur. Tó var hon vælnøgd eftir sigurin á Neistanum:
– Eg eri sera nøgd, tí eg visti, at hetta fór at vera ein sera torførur dystur, so vit eru glaðar fyri sigurin. Í seinna hálvleiki spældi Neistin væl, men tær sluppu eisini at spæla tá, og vit vóru kanska nakað moyrar, helt hon.
– Neistin og Stjørnan eru tey bæði liðini, vit fyrst og fremst koma at kappast við, men vónandi fara vit allan vegin aftur í ár. Tað er torført at koma á toppin og uppaftur nógv torførari at halda seg har, men eg haldi, at vit í Tjaldri eru nógv betur fyri nú, enn vit vóru somu tíð fyri einum ári síðani.