Glaðasti maður í Gøtu

Levi Hanssen noktaði ikki fyri, at hann í gjár var glaðasti maður í Gøtu. Men mest errin var hann tó av liðnum.

- Tað var øgiliga týdningarmikið at vit vunnu í dag, og vit kempaðu øgiliga væl, segði Levi Hanssen við Rás2, sum sendi beinleiðis í gjár.

Hóast alt er hann errin av málunum hann fekk.

- Eg kippaði hann inn í besta Del Piero stíli, segði hann týðiliga fegin í gjár. Um seinna málið greiddi hann frá, at hann kendi seg merkiliga leysan, og var glaður fyri at skora upp á hornaspark, sum hann ikki upplivir ofta.

Somuleiðis fegnast hann, at liðið aftur snoddar til oddin.

- Byrjanin hevur ikki ordiliga verið nøktandi, tað var so týdningarmikið at hanga í oddinum, so tað er eitt gott vikuskifti fyri EB/Streym, staðfesti hann á Rás2.