Glæman er ein deild hjá Teymavirkinum í Runavík, og handilin hevur eitt úrval av tí, sum Teymavirkið selur. Har er t.d. fiskireiðskap, arbeiðsklæðir og undirklæðir til børn og vaksin.
Adressan hjá Glæmuni er Bryggjubakki, men inngongdin til handilin er í sunnara enda á húsunum - millum Bryggjubakka og Vágsbotn.
Leiðari á Glæmuni er Elsa Gaardbo Lützen í Havn.










