Tónleikabólkurin hevur lagt enn eitt sjónband á YouTube. Hesaferð sært tú limirnar í bólkinum í venjingarhølunum í Danmark, har teir fyrireika seg til innspælingina til fyrstu fløguna, sum kemur at eita Mítt stríð er mítt ríki
Teir fýra, Hans Edward Andreasen, Edmund í Garði, Rúni Mouritsen og Jan Mýrá eru nú savnaðir í Føroyum, har teir skulu spæla inn í studionum hjá Kristoffur Mørkøre.
Við Sosialin fyri lítlari viku síðani greiddi Hans Edward Andreasen frá, at teir í løtuni hava gjørt 11 løg, men gongst sum ætlað verða tey 12 í tali. Øll løgini eru á føroyskum og snúgva seg um evni, sum merkja gerandisdagin í føroyska samfelagnum. Sangurin, ið er at hoyra í nýggja sjónbandinum, tekur útgangsstøði í ferðsluvanlukkum, meðan ein annar snýr seg um kærleika, ein triðji um homoseksualitet og ein fjórði er ein veitslusangur.
Ferðsludráp, sum sangurin í sjónbandinum eitur, er ein demoupptøka úr upptøkuhølunum heima hjá Hans Edwardi og Edmundi. Brellbitin sæst við at brúka leinkjuna niðanfyri:
Mynd: Regin W. Dalsgaard