Nýggi tónleikabólkurin, glóð, leggur nú seinastu hond á komandi fløguna, sum kemur út í næstum. Í løtuni verður fløgan mastrað í Audio Planet á Nørrebro í Keypmannahavn. Fyri kortum gjørdist greitt, at fløgan fór at vera seinkað, tí upprunaætlanin var, at hon skuldi koma út í oktober. Men manningin í glóð upplýsir nú, at nú er ikki langt eftir á mál.
Faktiskt er bólkurin komin har til, at teir í dag, fríggjadagin, fara at kunngera fyrsta staklagið. Hetta verður at hoyra fyri fyrstu ferð í morgunsendingini á Rás2 fríggjamorgunin.
Tað er Hans Edward Andreasen, sum er oddamaður í bólkinum. Aftrat honum eru Rúni Mouritsen, Edmund í Garði og Kristoffur Mørkøre.
Tey eru mong, sum hava sæð fram til útgávuna, sum ber heitið »Mítt stríð er mítt ríki«. So fleiri gjørdust vónbrotin, tá útgávan var seinkað. Men nú lova teir, at fløgan er so gott sum liðug og at fyrsta lagið, »Spilt tíð«, verður at hoyra í morgun, fríggjamorgunin, á Rás2.
Mynd: Hans Edward Andreasen og Kristoffur Mørkøre í Audio Planet studio í Keypmannahavn










