Glóðheitur jólamaður

Síðani skiftið til Blackburn hevur Roque Santa Cruz brádliga víst evnini, sum í 1999 fekk Bayern München at keypa tá bert 17 ára gamla áleyparan. Í strævnu ensku jólaskránni hevur ályeparin bumbað átta mál inn í seinastu fimm dystunum fyri Blackburn

Fótbóltur

 

Paraguay er kanska ikki heimsins nalvi innan fótbóltsspælið. Men tað vakti ans, tá Santa Cruz fyri knøppum 10 árum síðani spældi sínar fyrstu dystir í fremstu røð. Bara 16 ára gamal spældi hann sínar fyrstu dystir fyri Olimpia Asuncion, og hetta gekk mikið væl. 14 mál í 38 dystum hjálptu væl til hjá felagnum, sum vann meistaraheitið í bæði ’98 og ’99. Og bert 17 ára gamalur vann Santa Cruz í ’99 heiðurin sum ársins spælari.

Tað skapti trupulleikar við arbeiðsloyvinum, tá Bayern München alt fyri eitt vildi hava fatur á einum somikið ungum spælara, men týska felagið fekk tó sín vilja, tá ungi maðurin hevði hildið 18 ára føðingardag, og so mundi hann halda, at eydnan var vunnin.

 

Vann ikki fast pláss

Í átta ár við týska stórfelagnum var Santa Cruz við til at vinna fimm bundesligu-gull, fýra steypasigrar, ein sigur í Champions League og ein sigur í World Club Cup. Men hóast hetta, so var talan ikki um einvísa succés hjá spælaranum. Íalt gjørdist talan bert um 143 dystir, har Santa Cruz skoraði 38 ferðir, og hetta var nú væl minni enn tað, sum hann hevði vónir um, tá stóra skiftið gjørdist veruleiki.

Í Bayern hildu tey seg heldur ikki fáa nóg mikið burtur úr spælaranum. Og tá felagið í summar fekk tilgongd av Luca Toni og Miroslav Klose til álopsplássini, stóð teimum flestu greitt, at framtíðin hjá Santa Cruz ikki var har á leiðini.

Tað gjørdi Mark Hughes sær dælt av. Fyri £ 3,5 mió keypti Blackburn áleyparan, sum í mangar mátar kann sammetast við venjaran. Sum spælari var Hughes ein kropsliga sterkur framherji, sum megnaði væl at halda upp á bóltin, og sjálvur ivaðist Hughes ikki, tá møguleikin beyðst.

- Hann er framvegis ungur, og hann er í altjóða flokki, segði Hughes, tá hann ólavsøkuaftan skrivaði undir fýra ára sáttmála við spælaran, og higar til hevur Santa Cruz væl og virðiliga prógvað rættleikan í hesi útsøgn.

 

Glóðheitur

Íroknað steypakappingum, so hevur hann hetta kappingarárið spælt 23 dystir fyri Blackburn, og 14 ferðir hevur hann funnið vegin til meskarnar. Ikki minst hava seinasta vikurnar vakt ans, tí við átta málum í fimm dystum hevur hann verið heitasti maðurin í enskum fótbólti í strævna jólamánaðinum. Og samstundis er Blackburn stillisliga klintrað upp á 9. plássið í Premier League. Ein støða, sum tey í felagnum væl og virðiliga eru nøgd um her og nú.

Og úr einum føroyskum sjónarhorni er tað nú kanska heldur ikki so galið, at Santa Cruz vísir slíka styrki. Tað skuldi í øllum førum ikki gjørt venjingarstøðuna hjá Gunnari Nielsen verri, at hann hevur møguleika at standa modell til skotroyndir hjá einum áleypara, sum í løtuni má roknast millum teir avgjørt bestu.

 

 

Fakta

Roque Santa Cruz

Føddur 16. August 1981

187 cm

80 kg

Nummar 9

Spælt fyri: Olimpia Asuncion (’98-’99), Bayern München (’99-’07), Blackburn Rovers (07-?)

Vunnið: Meistari í Paraguay (2), týskur meistari (5), týskur steypavinnar (4), Champions League (1), World Club Cup (1)