Glóðheitur Ibisevic

Ein frágreiðing til gongdina hjá Hoffenheim er Vedad Ibisevic, sum hevur skorað 16 mál í fyrstu 14 dystunum fyri Hoffenheim í ár. Í fjør sat hann annars á beinkinum fyrað tað mesta, og talan gjørdist bert um fimm mál frá honum, tá Hoffenheim flutti upp. – Eg eri skjótt sjálvur bangin fyri mínum dygdum. Men sjálvsálitið er í topp og á einum slíkum liði er lætt at skora, sigur Ibisevic, sum tykist hava sett kós móti metinum hjá Gerd Müller, sum eitt einstakt kappingarár skoraði 40 mál fyri Bayern München.