Glógvandi ljós og list í Steinprenti

Hetta spildurnýggja glógvandi glasverkið hjá Tróndi Patursson verður at síggja í Steinprenti á ólavsøku. Eisini verða nýggj steinprent hjá listamanninum at síggja. Og hóast stílurin í hesum myndum er eyðkendur og tey flestu munu kenna myndamálið hjá Tróndi Patursson aftur við einlittum myndaflata og mattsvørtum mynstri, eru hesi prentini ikki av handahógvi merkt, greiðir litografurin Jan Andersson frá. Hann sigur, at arbeiðið við prentunum hjá Tróndi hesa ferð hevur vart um fýra vikur og tað hevur verið sera áhugavert, heldur Jan, at uppliva  hvussu Tróndur arbeiðir við litografiska steininum, sum hann hevur málað á og sum hann hevur undirdýkt við flótandi tusjlaveringum. 

Soleiðis skrivar Kinna Poulsen á listaportal.com.

Tróndur er møguliga mest kendur fyri sínar ultramarinbláu kompositiónir, men Tróndur Patursson arbeiðir eisini við øðrum primerum og sekunderum litum í myndum, sum við síni svimlandi dýpd geva okkum eina stórbæra visión av kosmiskum upplivingunum, ið listamaðurin hevur havt í náttúruni eitt nú á sjóferðum sínum, skrivar Kinna Poulsen millum annað.

Umrøðan hjá Kinnu Poulsen á listaportal.com kann lesast í fullari longd her: 

http://www.listaportal.com/tidindi/2019/7/26/glgvandi-ljs-og-list-steinprenti?fbclid=IwAR1-NzRQqmC0JD_E0cr8X9BiHnfeMb3XK9JbSEtwUkzEdE_en2k0aoRnBdE