Gjógv er sostatt við í endaspurtinum um at vinna stóra heiðurin.
32 uppskot komu inn og av hesum eru nú 13 innstillað, og er ein av vakrastu bygdunum í Føroyum er ímillum tey innstillaðu. Sunda kommuna, sum hevur tilnevnt Gjógv at fáa norðurlendska náttúru- og umhvørisvirðislønina fyri 2014, er sera errin av at Gjáar bygd er innstillað. Tað eru fyrst og fremst íbúgvarnir við Gjógv, ið hava uppiborið heiðurin, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri.
Sum ein av fáu bygdunum í Føroyum hava íbúgvarnir við Gjógv tikið avleiðingarnar av, at fólk heldur velja at búseta seg á størri plássum í miðøkinum. Ístaðin fyri at lata bygdina doyggja burtur, hava bygdafólkini við stuðuli frá kommununi tikið stigið fult út og hava valt at dúva upp á ferðavinnu, eins og at gera bygdina lokkandi sum lutvíst summarhúsbygd.
Síðani 2009 eru bygd 20 summarhús, har tey flestu eru partur av útstykkingini »Fornagarður«, sum liggur ovarlaga í bygdini eystan fyri ánna. Somuleiðis er gjørt nýtt kampingpláss við plássi fyri 25 vognum.
Menningin av Gjógv er gjørd við stórari virðing fyri upprunabygdini og tí gamla føroyska byggistílinum.
Bygdin, sum í síni tíð fekk navn eftir vøkru gjónni, ið altíð hevur virkað sum atløgupláss hjá gjáarfólki, hevur eins og aðrar føroyskar bygdir, verið fyri stórari fráflyting seinnu árini. Einaferð búðu oman fyri 200 fólk í bygdini, í 1999 var talið komið niður á 64 og við ársskiftið í vóru bert 28 fastbúgvandi fólk við Gjógv.
Umframt summarhúsøki og kampingpláss hava gjáarfólk við stuðli frá kommununi nú eisini tikið stig til at fáa ljós sett upp í gjónni, so hon eisini í myrkri verður eitt prýði fyri bygdina.
Hóast bygdin er lítil, so eru heili trý arbeiðspláss við Gjógv. Ein smoltstøð, eitt stoypivirki og so Gjáargarður við sínum mat- og gistingarhúsvirksemi. Samstarvið millum vinnufyritøkurnar, íbúgvarnar og kommununa er av tí besta.
Sambært bygdarráðnum í Sunda kommunu, eru bygdafólkini komin so væl frá teimum tiltøkum, sum tey hava tikið stig til, at bygdin eigur at verða heiðrað við norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønini, sum Norðurlandaráðið fer at lata seinni í ár.
– Eg haldi, at gjáarfólk hava uppiborið ein slíkan heiður. Ístaðin fyri at seta seg hendur í favn og síggja bygdina fána burtur, so hava tey brett upp um armar og gjørt nakað, ið er til stórt gagn fyri bæði Gjáar bygd, okkum sum kommunu eins og føroyska ferðavinnu. Alt hetta er gjørt við størstu virðing fyri bæði sjálvari bygdini og náttúruni í økinum, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.
29. oktobur 2014 verður endaliga greitt, hvørjum fer at eydnast fáa náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum.










