Fríggjadagin 28. mars og leygardagin 29. mars luttóku Signa Vár Dávadóttir Joensen og Heidi Eliasen á Special Olympics svimjistevnu í Monaco.
Sigast má, at úrtøkan var sera góð, og svumu tær báðar nakrar av sínum bestu tíðum nakrantíð - og vunnu gull í teirra greinum.
ÍSB vísir á, at fríggjadagin svam Signa Vár 25 m. firvald innleiðandi við tíðini 19.75. Hetta er ein góð tíð, sum hon betraði leygardagin og svam upp á 19.33.
- Fríggjadagin svam Signa innleiðandi 100 m. frí við tíðini 1.23.66. Hetta var hennara besta tíð, sum hon tók aftur leygardagin og svam upp á 1.23.17.
Heidi svam 50 m. frí innleiðandi fríggjadagin við tíðini 37.93. Hetta var eisini hennara besta tíð, sum hon tók aftur leygardagin og svam upp á 37.75.
- Í 100 m. rygg svam Heidi innleiðandi fríggjadagin við tíðini 1.34.90. Leygardagin var hon eitt lítið vet seinni við tíðini 1.35.11.
ÍSB veit at siga, at leygarkvøldið eftir kappingarnar vórðu tær báðar bodnar í veitslu við dansi, og ferðaliðið kom heim aftur til Føroyar sunnukvøldið.
- Vit ynskja Heidi og Signu Vár hjartaliga tillukku við frálíka úrslitinum, sigur ÍSB í tíðindaskrivi í dag.