Gjørdu sína egnu útgávu

Tá tær hildu seg duga ov fáar barnasangir, gjørdu Margreth Jacobsen og Súsanna Thomsen av at gera sína útgávu. Úrslitið er savn við 50 barnasangum

 

 

Tá tær hildu seg duga ov fáar barnasangir, gjørdu Margreth Jacobsen og Súsanna Thomsen av at gera sína útgávu. Úrslitið er savn við 50 barnasangum.

 

Tær báðar senda nú “Børnini syngja” á marknaðin, og hetta er beinleiðis úrslit av, at tær høvdu ilt við at finna fram til teir sangir, sum børnini ofta trallaðu eftir ein dag í ansingarstovni.

 

Í savninum eru 50 kendir barnasangir í eini bók við tekstum, nótum og talsetingum. Saman við bókini eru tvær fløgur, ein ljóðfløga (cd) og ein fløga við upptøkum (dvd). Hetta seinna er serliga ætlað teimum sangum, har rørslur av ymsum slag eisini skulu gerast saman við orðunum.

 

Saman við Sámal Jákup Jakobsen frá Sjón Productions, hava tær vitjað á 10 dagstovnum, og har eru upptøkur gjørdar, meðan børnini hava sungið og gjørt rørslur. Somuleiðis hava tær báðar vitjað dagstovn í Seyðisfirði í Íslandi og fingið upptøkur sendandi frá dagstovni í Nuuk.