Gjørdu herverk á politibil

Í gjárkvøldið bleiv herverk gjørt á ein politibil á Sandi

Í gjárkvøldið bleiv herverk fram á ein politibil á Sandi.

 

Sambært vakthavandi á politistøðini er herverkið farið fram aftaná klokkan 19.00 í gjárkvøldið, tá bilurin stóð uttan fyri politistøðina.

 

Allir rútarnir uttan forrúturin í bilinum eru knústir.

 

- Vit vita ikki, hvør hevur brotið rútarnar, men vit eru í gongd við at kanna málið, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.