Politiið fekk í morgun fráboðan um, at herverk er framt á eini hús í Miðági. Talan er um eitt minni hús, sum stenda á eini trøð.
- Vit fingu eina fráboðan um, at onkur rútur var brotin í húsinum, og harafturat var grafitti sprænt á húsið, sigur vakthavandi á politistøðini.
- Málið verður kannað víðari, og tá vit hava funnið viðkomandi, ið hevur framt herverkið, verður bót givin, sigur vakthavandi og leggur afturat:
- Talan er ikki um óvanliga ógvusligt herverk, men viðkomandi kann vænta at fáa eina bót.










