Gjørdist frá sær sjálvum heima við hús

Í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um ein persón, sum var frá sær sjálvum

 

Hann hevði brotið innbúgv og annað og hevði fingið skaða av hesum. Løgreglan fór avstað við persóninum og fekk hann á sjúkrahúsið. Og hann hevur verið friðarligur síðani, sigur vaktleiðarin.

Í gjár kom eisini ein fráboðan um ein persón, sum var harðligur í SMS. Løgreglan fór á staðið. Tá var persónurin róligar og hevði fingið sær at eta á einum av matstøðunum í SMS. Hann fór kortini róligur avstað aftur.