Hjá einum unglinga fekk G festivalurin í Gøtu ein heldur bráan enda. Hann meiðslaði seg, men tá ið hjálparfólk skulu hjálpa honum, gjørdi hann ikki mætari enn at leggjast á tey og stútaði tað eina hjálparfólkið.
Løgreglan sigur, at tískil varð hann tikin og førdur á skaðastovuna í Havn til viðgerar, men tá ið hann varð liðugur og fór heim ígjøgnum býin, legði hann á ein bil og breyt ein rút.
Sostatt tók løgreglan hann einaferð afturat og umframt at verða skuldsettur fyri harðskap, verður hann nú eisini skuldsettur fyri herverk.
Út ímóti miðdegi sunnudagin tók løgreglan eisini ein bilførarar í Norðoyatunlinum fyri at koyra við kenning.
|










