Hope-plakatin, sum amerikanski gøtulistamaðurin, Shephard Fairey, gjørdi til valstríðið hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Barack Obama, gjørdist skjótt ímyndin av politisku ætlanunum og valstríðnum hjá unga senatorinum úr Illinois. Hann vann forsetavalið í 2008 móti republikanska senatorinum, John McCain, og gjørdist fyrsti litti forseti í søgu USA.
##med2##
'Hope' – ið merkir 'vón' – kom at gerast eitt týðandi slagorð hjá Obama.
Og nú hevur Fairey eisini gjørt eina plakat til Kamalu Harris, sum er forsetavalevnið hjá Demokratiska flokkinum á forsetavalinum í november. Tað skrivar CNN.
Hesuferð hevur hann skrivað 'Forward' niðast á plaktini, ið merkir "Frameftir"
Sambært CNN, so er hetta er fyrstu ferð síðani valstríðið hjá Obama í 2008 at Fairey hevur tekna eitt forsetavalevni. Hann fær onga samsýning fyri listaverkið.