Í gjárkvøldið gjørdi ein maður herverk á tríggjar bilar, sum stóðu parkeraðir við ein vegjaðara í einum grannalagi í Havn. Fólk ringdu til løgregluna at boða frá, at tey høvdu hoyrt, at okkurt óvanligt var á vási og tá ið tey fóru at hyggja, sóu tey ein mann skava síðuna á einum bili. Tað vísti seg, at maðurin hevði skøvað síðuna á trimum bilum, sum stóðu parkeraðir.
Men tey kendu gerningsmannin, so løgreglan fekk navnið frá teimum og tey fara so at tosa við hann seinni í dag.
Annars var eitt lítið ferðsluóhapp á einum parkeringsplássi í Klaksvík. Tað var einki nevnivert av skaða, men bilførararnir eru ósamdir um, hvør hevði skyldina, tann, sum bakkaði út av parkeringsplássinum, ella tann, sum var á veg inn á parkeringsplássið. Løgreglan sigur, at tað verður ein spurningur ímillum teir og tryggingina.
Tað kom eisini eldur í ein elektriskan trukk hjá Varðanum Pelagic. Eldur var komin í battaríið, men tey fingu battaríið úr, so tað stóðst eingin vandi av.