Hóast Eva Carneiro fekk eina skortfleingju frá José Mourinho og seinni varð uppsøgd, fær hon nú stuðul frá FIFA.
Michel D'Hooghe, sum er formaður í læknafrøðiligu nevndini í FIFA, sigur, at Eva Carneiro einans gjørdi sína skyldu.
Støðan var 2-2 millum Chelsea og Swansea og fáir minuttir vóru eftir at spæla, tá Eden Hazard fekk ein snudd. Eva Carneiro leyp upp og út á vøllinum at hjálpa Chelsea-leikaranum, men hetta fall ikki í góða jørð hjá José Mourinho. Hann ákærdi hana fyri at vera góðvarna og ikki hava skil fyri spælinum. Orsøkin var, at av tí at hon fór inn á vøllin, misti Chelsea tíð og Eden Hazard mátti av vøllinum, áðrenn hann kundi sleppa inn á vøllin aftur. Tìskil mátti Chelsea spæla við einans níggju monnum eina løtu, tí málmaðurin hevði longu fingið reytt kort. Dysturin endaði við javnleiki og José Mourinho gav læknanum ein part av skuldini.
Michel D'Hooghe metir tó, at Eva Carneiro gjørdi júst sum hon skuldi.
- Sjálvandi stuðli eg Evu Carneiro í hesum málinum. Hon ansaði sítt arbeiði og gjørdi tað, hon hevði skyldu at gera. Hon skal traðka til, tá onkur hevur trupulleikar. Tí er tað eingin ivi um, at bæði eg og læknafrøðiliga nevndin stuðla henni, sigur hann við BBC.










