Í heyst skulu føroyingar aftur í valhølini, tá kommunuval er á skránni. Tað hevur eisini merkt fíggjarætlanirnar hjá flestu kommunum kring landið, ið hava verið eyðmerktar av skattalættum og lækkandi stovnsgjøldum.
Fyri flestu fólk ljóðar tað sum góð tíðindi, at stovnsgjøldini lækka, men í Pedagogfelagnum eru tey varin við gongdina.
- Vit í Pedagogfelagnum eru stúrin um gongdina. Vit hava víst á, at tað er neyðugt at man ásetir ein nomeringslykil og eina fasta tímajáttan. Tað er neyðugt, at Mentamálaráðið, ið er avvarðandi myndugleiki á økinum, stingur út í kortið hvat støðið á einum stovni skal vera. Tey eiga at vísa á, hvat eigur at vera innihaldið á stovnum, og harvið tryggja eitt minsta støði, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow.
Formaðurin í Pedagogfelagnum er heldur ikki sannførdur um, at ansingargjøldini lækka. Heldur verða tey bara tikin inn á annan hátt.
- Hóast kommunur bjóða lægri ansingargjøld, so tykjast gjøldini at koma sníkjandi aðrar vegir. Um man tekur matarskipanir sum dømi, so høvdu nógvir stovnar matarskipanir fyrr, har børn fingu mat og enntá til tíðir heitan mat.
- Nú er tað í stóran mun spart burtur, og børnini mugu hava egnan matpakka við, ella skipar stovnurin fyri, at børnini fáa mat, um tey koma við 20 krónur ella okkurt líknandi. So man sníkir gjøldini inn á aðrar mátar.. So spurningurin er, um gjaldið veruliga lækkar ella tað bara er eitt heiti.
Jógvan Philbrow ávarar eisini um, at so nógvur peningur verður tikin úr økinum, at kommunurnar verða fyrr ella seinni noyddar at spara.
- Við verandi gongd, so verður so nógvur peningur tikin úr økinum, at kommunurnar verða noyddar at spara.
- Í ár megna flestu kommunurnar møguliga at lækka gjøldini og varðveita sama støði á stovnunum, men hvat hendir næsta ár. Tá er ikki valár, so hvat hendir, tá politikararnir síggja hvussu nógvur peningur verður brúktur til stovnarnar?

Gjøldini verða sníkt inn
















