Persónbilur uttan hald fer at kunna koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin fyri 175 krónur og við haldi fyri 75 krónur hvønn vegin. Her sæst tunnilsmunnin í Traðardali á mynd, sum er tikin í síðstu viku.

Sami prísur fyri persónbilar í báðum tunlunum

- Gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin er nú ásett, og gjaldið verður tað sama sum í Eysturoyartunlinum millum Eysturoynna og Streymoynna, sigur stjórin í P/F Eystur-og Sandoyartunlar, Teitur Samuelsen.

 

Persónbilur uttan hald fer at kunna koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin fyri 175 krónur og við haldi fyri 75 krónur hvønn vegin. Her sæst tunnilsmunnin í Traðardali á mynd, sum er tikin í síðstu viku.

Tá Sandoyartunnilin letur upp fyri ferðslu, fer tað at kosta tað sama at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin í persónbili, sum tað kostar at koyra millum Eysturoynna og Streymoynna ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

 

Hesum boðar stjórin í P/F Eystur-og Sandoyartunlar, Teitur Samuelsen, frá í morgun. Tað merkir, at persónbilur uttan hald fer at kunna koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin fyri 175 krónur, og við haldi verður kostnaðurin 75 krónur hvønn vegin.

 

Meira kunning um prísirnar kann lesast á www.tunnil.fo. Teitur Samuelsen vísir á, at avsláttarskipanin fyri Eystur- og Sandoyartunnilin er serskild fyri hvønn tunnil sær.

 

- Frá 1. februar 2023 verða prísirnir fyri leigubilar at koyra í gjøgnum Eysturoyartunnilin samstundis tillagaðir, leggur tunnilsstjórin aftrat í stuttum tíðindaskrivi í morgun.

 

Persónbilur uttan hald fer at kunna koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin fyri 175 krónur og við haldi fyri 75 krónur hvønn vegin. Her sæst tunnilsmunnin í Traðardali á mynd, sum er tikin í síðstu viku.