Í filmsbrotinum omanfyri síggja vit postmenn ferðast gjøgnum havnargøtur í 1976. Hetta var árið, tá Postverk Føroya varð yvirtikið sum sermál. Føroyska postverkið varð stovnað 1. apríl í 1976, men í filminum síggja vit danska postbúmerkið. Filmsupptøkan er frá mars í 1976, stutt undan, at Postverkið bleiv yvirtikið og fekk navnið »Postverk Føroya«.
Henry Fjallstein, fyrrverandi postmaður, filmaði, og hann sæst í seinasta brotinum av filminum.
Vit síggja nógvar eldri postmenn í Havn so sum Eiler Rubeksen, Símun Samuelsen, Henry Fjallstein, Frank Petersen, Ásmund Eysturberg, Áslak Tausen, Kaj Poulsen, Arnfríða Dam Jacobsen, Haakon Poulsen og Signar Dalfoss.
Stórar broytingar er farnar fram í høvuðsstaðnum hesi 42 árini, sum filmurin vísir.