Gjaldsportrið í Saksun er helst ólógligt

Illa umstrídda gjaldsportrið í Saksun endaði í Løgtinginum

Illa umtrídda gjaldsportrið í Saksun, er neyvan lógligt. Tað er niðurstøðan hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum. Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, um hann heldur gjaldsportrið er lógligt.

 

Niðurstøðan hjá landsstýrismanninum er, at tað er helst ikki lógligt, tí strondin er almenn og har hevur ein og hvør atgongd. Hann sigur, at galdandi lóggáva hevur ikki nágreiniligar ásetingar um, hvør eigur strondina. Men eftir teimum dómum, sum eru falnir, er fatanin tann, at strondin er almenn, har ein og hvør hevur rætt at ferðast. Og tað ber í øllum førum til at siga, at gjaldportrið forðar fyri atgongd at strondina í Saksun og tað er ikki í samsvari við vanliga fatan av, at almenningurin hevur fría atgongd at strondini.

 

– Tað ber eisini til at siga, at gjaldportrið neyvan er lógligt, tí tað forðar fyri atgongd at øki, har ein og hvør hevur rætt til at ferðast, sigur Helgi Abrahamsen.

 

Samstundis vísir hann eisini á, at rætturin til lunnindi á strondini, ella at taka tara, reka, sand, og annað, er ikki tað sama sum at hava ognarrætt til sjálva strondina. Tað er bæði viðgjørt í Føroya Rætti og í Landsrættinum og í báðum førum var niðurstøðan, at ognarrætturin fevnir ikki um sjálva strondina, men gongur til strondina.