Gjaldsmynstrið kortleggjast

Á hvørjum árið ger Intrum Justitia gjaldsindex í fleiri enn 20 londum í Europa. Endamálið við hesum er at geva eitt yvirlit yvir gjaldsmynstur í ymiskum londum

Eisini er møguligt at síggja mun á ymiskum vinnum og samanbera við somu vinnur í øðrum londum.

Gjaldsindexið kann tí nýtast sum eitt ávaringarsignal í tíni fyritøku, so tú í góðari tíð kann taka rætta avgerð og umganga tap av peningi.

- Tí meta vit, at tað er týdningarmikið fyri føroyskar fyritøkur, at vera við í hesi kanning, sigur Jákup Jensen.

Í fjørð var fyrstu ferð, at European Payment Index var gjørd í Føroyum.

Undirtøkan var stór og fleiri enn 100 fyritøkur vóru við.

Allar fyritøkur, sum svara spurningunum, fáa eitt eintak av kanningini og vera bodnar við til fundin seinni í ár, har frágreiðingin verður framløgd.

- Allir upplýsingar sum vit fáa verða nýttir í strangum trúnaði og einans til hagfrøðisligt endamál. Allir upplýsingar verða strikaðir so skjótt sum tann hagfrøðisliga analysan verður gjørd, sigur Jákup Jensen, stjóri í Intrum Føroyar.