Gjaldoyragøla í Wall Street

Amerikanska samveldisløgreglan FBI hevur handtikið 48 fólk, sum eru skuldsett fyri at hava svikað við útlendskum gjaldoyra. Amerikanskir fjølmiðlar siga, at svikið snýr seg um fleiri milliónir dollarar.

Ein talsmaður hjá FBI sigur við Reuters, at minst tíggju av teimum tiknu hava arbeitt við at keypa og selja virðisbrøv. Teir arbeiddu í Two World Financial Center í Wall Street, til teir vórðu tiknir týsdagin. Teir tíggju vóru allir í hondjørnum og gjørdu alt fyri at fjala andlitið, tá løgreglumenninir komu út við teimum.

Sambært sjónvarpinum NBC høvdu virðisbrævahandilsmenninir lumpað íleggjarar við at billa teimum inn, at teirra pengar vórðu settir í fremmand gjaldoyra, og at hetta fór at kasta nógv av sær. Men sambært FBI kundu hesir íleggjararnir als ikki luttaka í slíkum handli, og tað vistu virðisbrævahandilsmenninir væl