Føroyskur fyriskipararnir eru nú komnir fram, og við sær hava teir fyribils prógv, at Kenny Rogers kemur til Føroya. Men treytin er, at fyriskipararnir rinda eina upphædd beinanvegin Eigararnir av Sp/F Holmen, sum í longri tíð ikki hava verið at finna, hava nú úttalað seg.
- Eg skilti onki, tá eg fekk at vita, at Sosialurin skrivaði, at Kenny Rogers ikki skuldi koma til Føroya kortini. Vit hava alla tíðina havt konsertirnar í Føroyum um hendi, og tað hava vit framvegis, sigur Benny við Sandá, ein av trimum í Sp/f Holmen, sum upprunaliga stóð fyri fleiri konsertum í Norðurlondum.
Benny við Sandá greiðir somuleiðis frá, at teir ikki duga at skilja, at nakar úr Onglandi kann hava avlýst konsertirnar.
- Vit hava forhandla við høvuðskontórið í USA, og tí gevur tað ikki meining, at onkur í Onglandi hevur avlýst høllina. Kanska er tað bara onkur sum spælir hund, ella hevur onkur misskiljing verið, sigur hann.
Benny við Sandá leggur afturat, at Sp/f Holmen hevur fingið váttað úr Ameriku, at onki er broytt í ætlanunum við Kenny Rogers í Føroyum.
Sosialurin hevur fingið eitt fyribilsprógv, sum tó hevur rættiliga harðar treytir til føroysku fyriskipararnar, har teir millum annað skulu rinda eina stóra peningaupphædd beinanvegin.
Hetta siga teir seg hava gjørt, men endaliga fæst ikki nakað at vita fyrr enn mánadagin.
Og tað er eisini greitt, at tað eru almennir fyriskiparar, ið hava boðið øðrum konsertfyriskiparum í Føroyum konsertirnar, so helst hevur okkurt verið.
Úr Onglandi eru boðini enn tey somu, at ongin konsert verður, men Dánjal Samuelsen, hallarleiðari í høllini á Hálsi, greiðir frá, at høllin aftur er upptikin 17. .og 18. septembur.