Gjaldið og konsertin verður

Nú eru føroysku fyriskipararnir av ætlaður Kenny Rogers konsertunum komnir fram. Við sær hava teir fyribils prógv, at tað framvegis er upp á tal, at Kenny Rogers kemur til Føroya. Men treytin er, at føroysku fyriskipararnir rinda eina stóra upphædd beinanvegin

Eigararnir av Sp/F Holmen, sum í longri tíð ikki hava verið at finna, hava nú úttalað seg.

- Eg skilti onki, tá eg fekk at vita, at Sosialurin skrivaði, at Kenny Rogers ikki skuldi koma til Føroya kortini. Vit hava alla tíðina havt konsertirnar í Føroyum um hendi, og tað hava vit framvegis, sigur Benny við Sandá, ein av trimum í Sp/f Holmen, sum upprunaliga stóð fyri fleiri konsertum í Norðurlondum.


Tosa við Ameriku

Benny við Sandá greiðir somuleiðis frá, at teir ikki duga at skilja, at nakar úr Onglandi kann hava avlýst konsertirnar.

- Vit hava forhandla við høvuðskontórið í USA, og tí gevur tað ikki meining, at onkur í Onglandi hevur avlýst høllina. Kanska er tað bara onkur sum spælir hund, ella hevur onkur misskiljing verið, sigur hann.

Benny við Sandá leggur afturat, at Sp/f Holmen hevur fingið váttað úr Ameriku, at onki er broytt í ætlanunum við Kenny Rogers í Føroyum.

Sosialurin hevur fingið eitt fyribilsprógv, sum tó hevur rættiliga harðar treytir til føroysku fyriskipararnar, har teir millum annað skulu rinda eina stóra peningaupphædd beinanvegin.

Hetta siga teir seg hava gjørt, men endaliga fæst ikki nakað at vita fyrr enn mánadagin.

Og tað er eisini greitt, at tað eru almennir fyriskiparar í Onglandi, ið hava boðið øðrum konsertfyriskiparum í Føroyum konsertirnar, so helst hevur okkurt verið.


- Vit vóru at finna

Tað er fallið eigarunum av Sp/f Holmen stórliga fyri bróstið, at Sosialurin í gjár skrivaði, at fyriskipararnir vóru eins lættir at finna og flogvallir á Slættaratindi.

- Vit hava alla tíðina verið at fáa fatur á. Men eg sá ikki fyrr enn seint, at tit høvdu ringt, sigur Benny við Sandá.

Hans Jørgen Djurhuus, sum eisini er eigari av Sp/f Holmen sigur tað sama.

- Eg taki altíð telefonina. Men tit hava ringt á heimatelefonina, og har eri eg næstan ongantíð. Og á arbeiðisplássinum havi eg so øgiliga nógv at gera, sigur hann.

Men Sosialurin fekk ikki fatur í nøkrum av fyriskiparunum í gjár, og heldur ikki fyri tveimum vikum síðan, tá blaðið eisini royndi at fáa fatur á umboðum fyri Sp/f Holmen.

Tó so. Eftir at blaðið var komið út í gjár settu umboð í Sp/f Holmen seg í samband við Sosialin.


Bara Føroyar

Tó er veruleikin broyttur eitt sindur síðan februar, tá fleiri konsertir skuldi skipast fyri av føroyingum.

- Talið, sum tit skrivaðu í gjár sampakkar ikki longur við veruleikan, tí nú hava vit bara konsertirnar í Føroyum, tí vit hava selt hinar til danir, greiðir Benny við Sandá frá.

Tí kann sigast, at fólk við atgongumerkjum framvegis kunnu rokna við at sleppa á konsert við Kenny Rogers, men fyrr enn seinasti peningurin er komin fram og endaliga prógvið, ið skal koma mánadagin, er framvegis ein ávís óvissa um konsertirnar, sum Sp/f Holmen skipar fyri.

Dánjal Samuelsen, hallarleiðari, staðfestir somuleiðis, at veruleikin er broyttur frá í gjár til í dag, og tí er høllin nú aftur upptikin 17. og 18. septembur, tí hann hevur fingið sama teldupost sum Sosialurin prentar á síðuni.


Brot úr telduposti frá umboðum Kenny Rogers í Ameriku

»Dear Cutter. As long as you live up to the agreement. You will keep kenny for the 2 faroe islands shows. I need you to wire the money! As instructed by kenneth and david. You will receive a written document on monday that ensures that you still have kenny.«

»Góði Cutter. So leingi tit uppfylla treytirnar til avtaluna, so halda tit fram at hava Kenny til tær báðar konsertirnar í Føroyum. Tit mugu flyta peningin! Sum Kenneth og David hava greitt frá. Mánadagin móttaka tit eitt skjal, sum tryggjar, at tit framvegis hava Kenny.«

Í mailinum framgongur eisini stór peningaupphædd, ið ikki er goldin, men hon er ikki tikin við. Fyriskipararnir í Føroyum siga eisini, at peningurin er goldin og at veruligt endaligt prógv kemur mánadagin.