Gjaldið hækkar nú upp í 50.000 krónur hjá øllum

Føroya Arbeiðarafelag fer nú at bøta munandi um tær sosialu skipanirnar, sum limirnir kunnu fáa pening úr, um illa vil til. Á aðalfundinum vórðu fleiri uppskot samtykt, sum bera á rætta borðið.

Limirnir í Føroya Arbeiðarafelag verða nú munandi betri tryggjaðir um illa vil til, enn teir hava verið frammanundan.

Á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag seinasta vikuskiftið, vóru tær ymsu sosialu skipanirnar hjá Føroya Arbeiðarafelag nógv umrøddar.

Føroya Arbeiðarafelag hevur fleiri sosialar skipanir, sum hava til endamál at geva limunum betri kor, tá ið illa vil til.

M.a. hevur felagið ein Verkamannagrunn.

Somuleiðis er ein lívstrygging beint fyri stavn. Og arbeitt verður eisini av kraft fyri at fáa eina eftirlønarskipan at virka, sum kann geva pensjóneraðum arbeiðurum eitt ískoyti til tað almennu eftirlønina, sum ikki er nógv at liva av.

Nær eftirlønin fer at virka er óvist, men tað verður væntandi um nøkur heilt fá ár.


Var ikki nóg góð

Hinvegin fer lívstryggingin at virka heilt skjótt.

Lívstryggingin fer at lata teimum, ið sita eftir ein lim í Føroya Arbeiðarafelag, sum doyr, eina ávísa upphædd.

Upphæddin er skattafrí.

? Sum tit vita, so hevur Verkamannagrunnur Føroya Arbeiðarafelags virkað seinastu árini, men henda skipan er ikki nóg dygg, segði Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

? Tí varð farið til Føroya Lívstrygging at tingast um lívstrygging fyri felagsins limir, sum eru í arbeiði, soleiðis at arbeiðsgevarin rindar 1% í lívstryggingargrunn felagsins.

Avtalan er nú komin undir land, soleiðis at lívstryggingin fer at virka heilt skjótt.

Ingeborg Vinther segði, at hetta merkir, at allir limir millum 18 og 67 ár, sum eru í arbeiði, eru í tryggingini.

? Ætlanin er eisini at fáa tey arbeiðsleysu, ið er limir í somu feløgum, og sum gjalda 10 kr. um vikuna, við í tryggingina.

? Síðani hevur verið havt á máli at fáa tey, ið farin eru úr arbeiði vegna sjúku ella arbeiðsskaða, inn í Verkamannagrunnin, við at tey gjalda 10 kr. um vikuna.


Síðani eftirlønin

Ingeborg Vinther segði, at tá ið hetta er fingið í lag, má farast undir eftirlønarskipanina.

? Reglugerð og annað, ið skal til, skal fáast at virka so skjótt sum til ber, men nakað av fyrireiking skal til, áðrenn alt er komið undir land.

Eitt uppskot til reglugerð fyri Eftirlønargrunnin varð lagt fyri aðalfundin í Føroya Arbeiðarafelag seinasta vikuskiftið.

Nú skulu feløgini so gera sínar viðmerkingar, og so verður arbeitt víðari við málinum

? Tað fer at verða limunum til stóran bata, tá ið rokkið er á mál við bæði lívstrygging og eftirløn, tí einki hevur verið hjá limunum frammanundan, segði formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.


Leggja grunnar saman

Sum nevnt hevur Føroya Arbeiðarafelag eisini ein grunn, sum eitur Verkamannagrunnurin.

Fyri at fáa Eftirlønargrunnin og Verkamannagrunnin at veksa skjótari, samtykti aðalfundurin seinasta vikuskiftið at leggja teir saman, tí tað gevur væl meiri í rentu.

Tó legði Ingeborg Vinther dent á, at full greiða skal altíð havast á, hvussu nógv er í hvørjum av grunnunum.


Øll fáa nú 50.000 kr.

Verkamannagrunnurin veitir eisini teimum, sum sita eftir ein lim, sum doyr millum 18 og 67 ár, eina ávísa upphædd.

Upphæddin er treytað av, hvussu gamal ein er, tá ið hann doyr.

Upphæddin veksur so líðandi við aldrinum og er í mesta lagi 50.000 krónur tá ið tann, sum doyr, er millum 34 og 49 ár.

Síðani minkar hon aftur so líðandi.

Ella, sum Símun Abrahamsen úr Fuglafirði heldur speiskliga tók til á aðalfundinum:

? Tað loysir seg best at doyggja, tá ið tí ert millum 34 og 49 ár, tí so fáa tey, sum sita eftir, 50.000 krónur úr Verkamannagrunninum.

? Doyr ein 18-19 ára gamal er upphæddin bara 5.000 krónur, og doyr ein t.d. 64-65 ára gamal, er upphæddin 12.000 krónur.

Men tað er altíð so, at hvørt barnið fær 5.000 krónur.

Arbeiðarafeløgini í Eysturoynni halda tað vera órættvíst, at upphæddin, sum verður útgoldin, er treytað av aldrinum á tí, sum doyr.

Tí hava 13 lokalfeløg í Eysturoynni skotið upp, at útgjaldið úr grunnurin skal altíð verða 50.000 krónur, sama, hvussu gamal tann er, sum doyr.

Og hetta uppskotið varð samtykt.

? Tvs, at nú fáa tey, sum sita eftir ein, sum doyr, altíð 50.000 krónur úr Verkamannagrunninum, sama, hvussu gamal tann er, sum doyr.

Osmund Berg úr Skopunar arbeiðsmannafelag helt eisini, at tað var órættvíst, at Verkamannagrunnurin bara skal betala til tey eftirsitandi, tá ið tann, sum doyr, er millum 18 og 67 ár.

Hann vísti á, at sáttmálarnir hjá Føroya Arbeiðarafelag fevnir um øll ímillum 15 og 70 ár.

Og hann helt, at tað var rætt, at Verkamannagrunnurin fevndi um øll, sum vóru umfatað av sáttmálunum.

Sostatt mælti hann til, at aldursmarnkið fyri at fáa útgjald úr Verkamannagrunninum, skal longjast trý ár hvønn vegin, so at eisini tey 15-18 ára gomlu, og tey 67-70 ára gomlu eisini skuldi fáa úr honum.

Avgjørt varð, at stjórnin í Føroya Arbeiðarfelag skuldi arbeiðara víðari við málinum og kann eftir, hvat hetta hevði kostað, og so at leggja málið framaftur.


Ikki avlamni enn

Í reglugerðin fyri Verkamannagrunnin stendur, at tá ið stovnsfæið er komið upp á eina passaliga upphædd, skal hann eisini betala út í sambandi við avlamni.

Eisini hesin møguleikin varð umrøddur á aðalfundinum Føroya Arbeiðarafelag seinasta vikuskiftið.

Men nevndin í Føroya Arbeiðarafelag heldur ikki, at grunnurin er blivin so stórur enn, at tað ber til at gjalda út í sambandi við avlamni, tí tað fer at kosta ómataliga stórar upphæddir.