Gjalda við korti í Vágatunlinum

Nú ber til at gjalda við korti, tá koyrt verður gjøgnum Vágatunnilin. Men uppsetta skipanin virkar ikki nøktandi, so talan er um tveir leysar terminalar, sum eru við gjaldstøðina

Vágar:Enn virkar gjaldsstøðin við Vágatunnilin ikki nøktandi, so hóast nú kortini verður goldið við korti, er tað ikki uppsetta gjaldstøðin, sum avgreiðir gjaldið, men tveir leysir terminalar, sum Vágatunnilin hevur fingið til endamálið.
Av skrivstovuni hjá Vagatunlinum siga tey, at skipanin sum so virkar. Tað vil siga, at hon klárar at taka í móti kortinum og trekkja peningin av konto, hjá eigaranum. Men hon slóknar ov ofta, og tað eru tey ikki nøgd við, tí tað er ikki nóg trygt.
Tískil hava tey fingið tveir GSM terminalar, sum fólk so framvegis situr og passar. Og tað kostar so aftur óneyðugar pengar.
Men tað er neyðugt fyri at fólk skulu kunna greiða síni gjøld beinanveg. Og tað vilja tey flestu, sum ikki hava kubba. Eisini er tað ein fyrimunur, nú fleiri og fleiri útlenskir bilar vitja. Men tað gevur ikki minni arbeiði á skrivstovuni hjá Vágatunlinum, siga tey.
Ferðslan gjøgnum Vágatrunnilin vaks fram til mai mánaða, tá hon minkaði eitt sindur aftur. Men tað meta tey á skrivstovuni vera orsakað av verkfallinum. Og nú hálvur juni er farin, er hon vaksin munandi aftur og fer ivaleyst at líkjast tí, roknað varð við. Nøkur neyv uppgerð er kortini ikki gjørd enn.
Sagt verður, at prísirnir, sum nú eru galdandi, fara at halda í hvussu er hetta árið út. Tá so gjørt verður upp, kann vera, at tosað fer at verða um, hvørt teir skulu broytast ella ikki.