Gjalda góðar 400 milliónir í vinningsbýti

Bakkafrost gjørdi íløgur fyri góðar 600 milliónir krónur í 2015. Tann størsta íløgan var í kryvji- og góðskingarvirkið á Bakka, sum verður liðugt í 2016. Á virkinum verður laksurin kruvdur og meirvirkaður. Væntandi verða eini 300 starvsfólk knýtt at hesum virki. Ein onnur stór íløga í 2015 var smoltstøðin á Viðareiði.

 

Á ársaðalfundinum hjá Bakkafrost, sum verður 8. apríl, fer nevndin at skjóta upp, at 8,25 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv. Hetta gevur eitt samlað vinningsbýti á 403 milliónir krónur. Av hesum væntast kapitalvinningsskattur, sum verður goldin í føroyska landskassan, at verða umleið 110-120 milliónir krónur. Tilsamans eru yvir 4.300 partaeigarar í Bakkafrost úr 22 londum. Størsti parturin av hesum, nevniliga góð 26%, er úr Føroyum, 22% úr Bretlandi og sløk 19% úr Noregi.

 

Fyri fjórða ársfjórðing 2015 var rakstrarúrslitið 257 milliónir krónur samanborið við 227 milliónir krónur fjórða ársfjóring 2014. Tøkan av laksi í fjórða ársfjórðingi 2015 var 13.675 tons, og fyri alt árið tók felagið 50.565 tons.

 

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 391 milliónir krónur við ársenda 2015 í mun til 233 milliónir krónur við ársenda 2014. Bakkafrost endurfíggjaði bankalánini í desember 2015, tá ið nýggj 5 ára lánsavtala varð gjørd. Bakkafrost hevði 890 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við ársenda 2015, og solvensurin hjá Bakkafrost var 66%.