Gjalda afturfyri at sleppa at umsita fyri danir

   

Innanfyri heimastýrislógina og innanfyri ríkisfelagsskapin.
Danski forsætisráðharrin hevur herfyri verið á vitjan í Føroyum, og hevur á ferðini gjørt ein sáttmála við løgmann um yvirtøkur. Hann sigur, at avtalan er grundað á eina aðra avtalu, sum hann fyrr hevur gjørt við løgmann um, at virkað verður innanfyri heimastýrislógina og innanfyri ríkisfelagsskapin.

Hvat siga andstøðuleiðararnir ?
Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, heldur, at tann sokallaði sáttmálin ikki broytir so nógv. Hann fer ikki at liggja í andvekri av hesum. Forsætisráðharrin hevur fingið føroyingar at ásanna ein politiskan veruleika, sum hevur verið galdandi síðani 1948. Forsætisráðharrin hevur dugað meistarliga væl at trekkja tenninar úr teimum mest víðgongdu á tí politiska loysingarvonginum.
Formaðurin í Sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen, heldur, at tað ber illa til at siga nakað um sáttmálan millum Annfinn Kallsberg og Anders Fogh Rasmussen, fyrr enn vit fáa at vita, hvat kemur at standa í teirri endaligu yvirtøkulógini. Sjálvan sáttmálan heldur hon vera so ullintan, at tað ber illa til at hava eina greiða hugsan um hann.

Er talan um veruligt sjálvstýri ?
Hetta er so tað seinasta í sokallaðu sjálvstýristilgongdini!
Men, - er talan um veruligt sjálvstýri? Her er svarið nei, og aftur nei!
Endaligi avgerðarrætturin, suvereniteturin er framvegis hjá dønum, og honum vilja teir ikki sleppa!
Virkað verður framvegis innanfyri ríkisfelagsskapin og innanfyri heimastýrislígina.
Talan er bert um, at føroyingar sleppa at umsita fleiri og fleiri mál fyri danir, innanfyri ríkisfelagsskapin, eftir heimastýrislógini frá 1948, og at føroyingar sleppa at gjalda dønum afturfyri at sleppa at umsita málini.

Hvussu nógvum hernðarútreiðslum er Danmark sloppið undan, afturfyri NATO-støðirnar í Føroyum ?
Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur ferð eftir ferð sagt, at hann vit hava samráðingar við danir um eina fíggjarliga uppgerð, áðrenn vit kunnu tosa um at skerja blokkin. Hann heldur, at blokkurin, og meir aftrat, er ogn Føroya fólks.
Føroyanevndin hjá danska Fólkatinginum fyrireikaði seg væl áðrenn føroyaferðina herfyri. Nevndin setti Anders Fogh Rasmussen fleiri ítøkiligar spurningar, sum hon kundi vænta fóru at stinga seg upp á ferðini.
Danski forsætisráðharrin varð millum annað biðin um »en samlet opgørelse af det økonomiske mellemværende mellem Færøerne og Danmark, herunder de eventuelle gevinster Danmark får i NATO, fordi det danske rige omfatter Færøerne og Danmark.«
Fyri at fáa svar upp á tann síðsta spurningin vendi Anders Fogh Rasmussen sær til verjumálaráðið, sum púrasta vísir aftur, at Danmark nakrantíð hevur fingið nakað burturúr, at Føroyar vóru partar av danska ríkinum.
»Danmark har på intet tidspunkt unddraget sig udgifter i NATO som følge af Færøernes status og placering.
En sammenkædning mellem geografisk beliggenhed samt strategisk betydning og ønsket om et mindre bidrag til Alliancen ville desuden være et klart brud på de grundlæggende principper i NATO«, sigur verjumálaráðið í svarinum.

Men í 1999 skrivaði Karl Nolsøe áhugaverda grein um hetta evni.
Greinina kallar hann
"Norðan fyri lóg og rætt,
Danmark er ein snúltari í Grønland og Føroyum".

Í greinini hjá Karl Nolsøe stendur m.a. henda áhugaverda tabell:

Danmarks besparelser på de militære udgifter i lyset af NATO's militære baser på Færøerne og
Grønland, fra 1978 - 1992 i milliarder kr. i 1994-priser.

FaktiskeHvisGevinstDanske (3)Danske (4)DanskeGevinst
militæresammetil Danmarkydelser tilydelser tilydelser tilDK efter
udgifter:BNP-andelhjemme-hjemme-Færøerne +ydelser til
DanmarksomstyretstyretGrønlandFærøerne +
År(1)Holland (2)FærøerneGrønlandi altGrønland
197816,922,85,90,43,33,72,2
197916,923,66,60,53,54,02,6
198017,222,25,00,63,74,30,7
198117,522,44,90,63,64,10,8
198218,123,45,10,63,64,20,8
198318,723,25,20,63,44,01,2
198417,823,97,00,73,64,32,7
198517,724,87,20,73,84,52,8
198616,825,08,40,73,74,44,1
198717,825,38,50,73,54,24,3
198817,126,39,40,83,54,35,1
198917,125,68,50,83,24,04,5
199017,324,26,90,83,44,22,7
199117,623,76,10,83,54,31,9
199217,821,33,60,83,44,30,7
Total262,2360,698,49,849,359,139,2

Kilder:
1)Danmarks StatistikTiårsoversigten
2)Military balance.Institute of Stratigical Studies, London
3)Årsrapporter fra Statsministeriets rådgivende udvalg for Færøerne
4)Martin PaldamØkonomisk udvikling Grønland 1994.


Ein onnur tabell er henda:

Military expenditure (% af GNP)
Kelda: Worldbank Development Indicators
DenmarkNLNorwayFranceUKUSASwedenLuxSpainCanadaBelgiumPortugalGreece
852,303,003,104,005,106,103,000,802,402,203,102,907,00
862,103,003,203,904,806,302,900,702,202,303,102,906,20
872,203,003,403,904,606,102,800,802,402,203,002,806,30
882,202,903,303,804,105,802,800,902,102,102,702,906,30
892,202,803,403,704,105,602,600,802,102,102,502,905,80
902,102,603,303,604,105,302,700,701,902,102,402,805,80
912,202,503,203,604,304,702,800,801,702,002,402,705,40
922,102,503,503,403,804,902,600,801,602,001,902,605,70
932,102,303,203,403,604,502,900,701,802,001,802,605,50
941,902,203,203,403,404,202,800,801,601,801,702,505,60
951,802,102,703,103,003,802,800,701,601,701,702,605,50






Avgerðarrætt og fulla ábyrgd, suverenitet, - ella umsita fyri danir
Ríkisveitingin til Føroyar er bert ein lítil partur av tí vinningi, Danmark hevur av Føroyum. Tí er eingin orsøk til at minka ella taka "ríkisstuðulin" av, fyrr enn vit fáa veruligt sjálvstýri, - suverenitetin yvir landi okkara.
Tað hevur mest sum ongan týdning, at slepa at umsita fleiri og fleir mál fyri danir, og tað er heilt burtuvið, at vit har aftrat skulu gjalda fyri at sleppa at gera hetta arbeiði fyri danir.
Nei, vit eiga heldur at stríðast fyri, skjótast gjørligt, at fáa fullan avgerðarrætt og fulla ábyrgd av landsins stýri.

Málsligt stríð
So leingi støðan er, sum hon er, eiga vit at tala og skriva soleiðis, at danir alla tíðina verða mintir á, hvat føroyingar halda um støðuna.

Vit eiga at siga:og ikki:
den færøske nationdet færøske folk
danska grundlógingrundlógin
danski grundlógardaguringrundlógardagurin
danski forsætisráðharrinforsætisráðharrin.
danska drottningindrotningin
danska fólkatingiðfólkatingið

Roskilde í DanmarkRoskilde
Odense í DanmarkOdense
o.s.fr..

Vit eiga, bæði i skrift og í talu, tilvitað at vísa á, at Føroyar eru eitt land, og Danmark eitt annað.

Sjálvstýristilgongdin, innanfyri ríkisfelagsskapin
Verandi sokallaða sjálvstýristilgongd førir ikki á mál.
Vit sleppa at umsita fleiri og fleiri mál fyri danir, men suverenitetin fáa vit ikki!
Suverenitetin mugu vit taka tá vit hava politiskan og moralskan rygg til tað.
Tí var danski forsætisráðharrin so glaður og so blíður á ferðini.
Hann hevur tryggja sær, at føroyingar framvegis vilja virka innanfyri ríkisfelagsskapin og innanfyri heimastýrislógina frá 1948.
Eg skilji væl, at Jóannes Eidesgaard ikki fer at liggja í andvekri av Tvøroyrarskjalinum.

Uttanríkismál í samgonguskjalinum
Í samgonguskjalinum stendur m.a.:
"Samgongan hevur sum mál at vinna Føroyum veruliga uttanríkispolitiska ávirkan og at fyrireika egnan uttanríkispolitikk.
Føroyskir myndugleikar skulu eftir greiðum reglum tryggja sær fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál, ið kunnu hugsast at hava týdning fyri Føroyar og føroyingar."
Hvussu kann hetta stykki í samgonguskjalinum gerast veruleiki, uttan veruligar samráðingar við danir, har m.a. NATO verður ein týðandi partur av samráðingunum ?

Keisarin er nakin
Jenis av Rana kallar Tvøroyrarskjalið fyri "nýggju klæði keisarans", - tí tað er tað reina bluff.
Flokkarnir, sum skipaðu fullveldissamgonguna í 1998, eru so glaðir, so glaðir fyri henda nýggja sáttmála, sum gevur okkum loyvi til at sleppa at umsita fleiri og fleiri mál fyri danir, eftir heimastýrislógini frá 1948.
Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, var hin einasti, sum tordi at siga, at keisarin var spillnakin!

Hetta er hin nakni sannleikin um Tvøroyrarskjalið.