Gjald fyri vald

- Einasta bindingin millum Føroyar og Danmark í dag, er gjald fyri vald, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, sum gevur politikarunum í Fólkaflokkinum ábyrgdina av, at Føroyar enn ikki eru skipaðar sum fullveldi

Fólkaatkvøðan

- Fólkaatkvøðan í 1946, sum enn ikki er framd í verki, hevur bara áhuga hjá frælslyntum føroyingum.
Tað ásannar Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, sum verður millum røðararnar á tiltakinum á Eiði í annaðkvøld.
- Fólkaviljin, sum kom til sjóndar í føroyska fólkinum í 1946, bleiv torpederaður við donskum valdi  og av teimum føroyingum, sum taptu fólkaatkvøðuna. So leingi, sum hesin vilji ikki er framdur í verki, halda vit tað vera rætt at varpa ljós á dagin.
Tórbjørn ásannar, at tað upp ígjøgnum tíðirnar hevur gingið spakuliga rætta vegin.
- Við teirri politisku samanseting, vit hava á tingi, hevur tað verið ein tungur burður at víst fólkinum á vitan  og ljósið - fyri framman.
Hann heldur, at tað onkusvegna er líkt til, at løgtingið ikki umboðar tey viðurskifti, sum tingið er valt eftir.
- Eg hugsi serliga um fólkafloksumboðini á tingi, sum aftur og aftur hava svikið sínar frælslyntu veljarar.
Tórbjørn vísir á, at Fólkaflokkurin í síni tíð var aktivur í strembanini eftir at fremja fólksins vilja frá 1946 í verki, men her er alt farið fyri bakka  ikki minst við sitandi samgongu, nú Fólkaflokkurin er í landsins leiðslu saman við tveimum sambandsflokkum.
- Tjóðveldisflokkurin, sum beinleiðis er ein avleiðing av svikinum móti føroyska fólkinum í 1946, stendur rættiliga einsamallur.
Løgtingsmaðurin heldur, at hevði málið, sum Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin settu sær síðsti í nítiárunum, verið fasthildið, høvdu Føroyar verið eitt fullveldi í dag.
- Men her sveik Fólkaflokkurin aftur, tá ið danir settu fram sínar hóttanir um stutta skiftistíð.
Tórbjørn Jacobsen er sannførdur um, at politikararnir í Fólkaflokkinum als ikki vilja, at Føroyar skulu skipast sum fullveldi.
- Eftir valið, har valevni floksins høvdu verið stórorðað um fullveldi, vóru teir komnir í ein "stima", eftir at teir høvdu givið sínum veljarum gylt lyftir. Haraftrat varð Fólkaflokkurin tvingaður av Tjóðveldisflokkinum at taka undir við íslendsku loysnini frá 1918 um fullveldi.
Løgtingsmaðurin er sannførdur um, at Fólkaflokkurin hevur alla ábyrgdina av, at føroyingar ikki náddu undir land við fullveldinum.
- Í dag rekur Fólkaflokkurin reinan heimastýrispolitikk.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at málið um politisku viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í dag bert snúgva seg um ein spurning.
- Spurningurin er gjald fyri vald, sigur hann avgjørdur.