Gjørt special effects til Iron Man

Tann 23 ára gamli argjamaðurin Jóhannus E. Johansen hevur gjørt special effects til biografaktuella filmin Iron Man 3.

 

Jóhannus E. Johansen býr í Vancouver í Kanada, har hann starvast sum junior compositor í einum filmsstudio, ið kallast Gener8.

 

Hansara uppgáva er at fáast við special effects, tað vil siga, hann skapar tað, sum ikki sæst í veruleikanum.

 

Jóhannus E. Johansen bleiv herfyri biðin um at gera special effects til tann nýggja Iron Man filmin, sum er tann triði í røðini.

 

- Eg var so mikið heppin, at eg slapp at gera effektir til Iron Man 3. Uppgávan var meira ítøkiliga at endurskapa manglandi smálutir í filminum og seta ymsar teldueffektir í, greiðir Jóhannus E. Johansen frá, sum hevði nakrar langar arbeiðsdagar í sambandi við Iron Man 3.

 

- Eg arbeiddi í fleiri vikur yvirtíð, tí alt skuldi jú verða liðugt til tíðina, men tað var so mikið spennandi at arbeiða við hesum filminum, at eg hugsaði ikki stórvegis um longu arbeiðsdagarnar, greiðir Jóhannus E. Johansen frá.

 

Til ber at lesa meira um Jóhannus E. Johansen, hansara útbúgving og um starvið hjá Gener8 í Sosialinum hetta vikuskiftið.