Gjørt seg inn á blómukassar

Í gjárkvøldið ella í nátt hava ótangar gjørt seg inn á blómukassar, sum annars prýða býarmyndina í Vági Tað tey, ið hava handil framvið høvuðsvegnum í Vági, í góðveðrinum í morgun komu til arbeiðis, gjørdust tey illa við og høvdu kanska eisini hug at ilskast.

Orsøkin er, at í gjárkvøldið ella í nátt, hava ótangar gjørt seg inn á blómukassar, sum settir eru upp framvið høvuðsvegnum, fyri at prýða og hugna um. Kassarnir hava staðið órørdir um jóansøkuna.

- Tað er nógv fyri, at tá kommunan roynir at prýða um, so skal hetta ikki fáa frið, sigur ein handlandi, sum í morgun var millum teirra, ið sá keðiligu sjónina.

Nakrir blómukassar eru endavendir, og aðrastaðni eru blómurnar burtur, ella bert fáar eftir, og mold liggur á steinsettu gongubreytini.

Handilsfólkini gjørdu av at boða Sosialinum og Portalinum frá, tí tey meta, at slíkt eigur at takast upp, og ikki tigast burtur.