Sætti og næstseinasti kappróður á árinum verður á skránni leygardagin, og her er als ikki óhugsandi, at fleiri FM-vinnarar fara at vera funnir. Og sørvingar hava so sanniliga gjørt sítt til at fríðka um fjørðin og bygdini, har teir so eisini hava gjørt klárt til komandi kappróðurin.
Kommunan hevur nevniliga gjørt ein spildurnýggjan drátt úti á endanum á keiini, so tað verður lættari hjá kappróðrarfólkunum at draga bátarnar í land. Drátturin er bæði stórur og breiður, og eingin ivi er um, at hetta fer at lætta um hjá helst útlúgvaðu kappróðrarfólkunum.