Flogbóltur
Føroyska manslandsliðið í flogbólti spældi um vikuskiftið EM-undankapping í Luksemburg. Umframt Føroyar vóru Norðurírland, Luksemburg og San Marino í okkara bólki, og talan gjørdist um nakrar sera spennandi dystir.
Tveir teir fyrstu av hesum vórðu tó taptir. Fyrsta mótstøðuliðið var Norðurírland, sum í einum sera tøttum dysti vann 3-2, og tá okkara so eisini taptu 3-1 móti vertunum úr Luksemburg, stóð greitt, at føroyska liðið ikki vann seg víðari.
Hinvegin gjørdist talan um sigur í triðja dystinum, sum var móti San Marino.
Norðurírland vann annars undankappingarbólkin framman fyri Luksemburg. Føroyar gjørdust nummar trý, og San Marino endaði aftast í bólkinum.