Seinastu 100 árini er sentralisering móti stórplássum farin fram.
Londini uttanum okkum eru so fjølment, at her hevur borið til at miðsavna í fleiri størri øki ella regiónir, tí hava hesi klárað at varðveitt dynamikkin og samstundis givið ávísa kapping, nakað sum tíverri ikki er komið til sjóndar í Føroyum.
Her tók sentraliseringin dik á seg eftir krígslok, men gjørdist í høvuðsheitum, sum tíðin leið, ein almenn sentralisering bert inn móti høvuðsstaðnum og sostatt ein mono-sentralisering, har tænastufyritøkur vuksu fram uttanum tað almenna.
Í øllum øðrum plássum í Føroyum hava verið konjunktursveiggj, tí her bert hevur verið talan um vinnufyritøkur og íverksetan av vinnufyritøkum.
Íverksetarar úti um landið
Í áhugaverda bókaverkinum, “Sådan skabtes Danmarks virksomheder” sæst greitt, at nógv tær flestu fyritøkurnar, 70 til 80 prosent eru skaptar í økjum úti um landið. Onkrar teirra hava tó sum frá liðið flutt til Keypmannahavnar, tí har liggja almennu stovnarnir og tí fæst lættari samskifti við hesar. Men flestu teirra liggja kortini framvegis t.d. í Jyllandi og á Fyn á størri og fjølbygdum økjum.
Ikki er so í Føroyum. Sentraliseringin hevur virkað í nógv størri mun til høvuðsstaðin – ein mono-sentralisering - hetta hevur havt onkrar fyrimunir, men í flestu førum vansar, sum hava ført til at føroyska samfelagið er vorið eitt minni dynamiskt “krevjaraland” har fólkið krevur pening og miðlar úr landskassanum heldur enn at vera skapandi íverksetarar.
Kórið av krevjandi fólki er stórliga økt seinastu árini og ikki minst, nú síðani fíggjarlógin fyri 2009 fyrilá.
Ónøgdin økt við øktum almennum lønarútreiðslum
Almennu lønarútreiðslurnar eru øktar við 800 mió. krónum frá 2000 til 2007 og fiskiskapur, fiskiídnaður, ali- og kryvjivinnan, skipasmiðju- og annar ídnaður tilsamans eru bert øktar við 284 mió. krónum í sama tíðarskeiði ella við triðingi.
- Hvagar eru vit so komin?
Vit hava eitt Landssjúkrahús í kaos og ilt at fáa læknar, eldrapolitikkurin er í stórum trupulleikum, mentanin í fríum falli, Fróðskaparsetrið í lasum, kringvarpsumstøður út av lagi, fólk við høgum krøvum til tað almenna kvíða fyri at koma heimaftur til hetta
“tilafturskomna” landið, men koma tey, skulu tey á almenna lønarkassan, verður sagt, matstovur í høvuðsstaðnum krevja at sleppa undan gjøldum til landskassan etc. etc.
Listin av krøvum til almenna kassan og til totalu frumskapandi vinnuna er endaleyst.
Mono-sentralistisku dreymarnir um nýmótans samfelagið hildu ikki!
Hinvegin hevur víst seg, at almenni loftimiðilin herjar uttan íhald á fríu vinnuna!
Tí er spurningurin, og hann verður helst ósvaraður: “ Gjørdust Føroyar sum land ríkari av eini mono-sentralisering?”