VØRUBILAR
Eirikur Lindenskov
Tann nýggi Iveco Daily kom á marknaðin í 1999. Tá varð sagt frá italsku framleiðarunum, at bilurin serliga var ætlaður sum ein góður flutningsbilur, ið skal kunna nýtast til øll endamál.
Sosialurin var hjástaddur í Jerez de la Frontera, tá bilurin varð vístur fram fyri 350 biltíðindafólkum úr øllum heiminum fyri trimum árum síðani.
Tá segði varastjórin í Iveco-verk-smiðjuni í Italia, Jean Pierre Lefebvre, at »navnið er Daily, og def-i-ni-tiónin er City Truck«.
? Men kortini er talan um ein veruligan vørubil, hóast hann ikki er øðrvísi at koyra, enn ein vanligur persónbilur, segði hann.
Víðari segði hann, at talan er um ein komfortablan, kvikan og rúmligan bil, bygdur til av og á lessan, og serliga ætlaður til bý-ar-koyring.
? Men talan er eisini um ein kraftmiklan, tryggan og álítandi bil. Bilurin er skaptur til at vera júst tann rætti bilurin til ein og hvønn, sum hevur brúk fyri at koyra út vørur í 21. øld, bæði sum høvuðsbilur, men eisini sum back up bilur til smærri upp-gávur.
Bilurin fæst í støddunum frá 2.8 til 6.5 tons.
Ein nýggj røð av býarbilum frá 2.8 - 3.5 tons.
Rúmdin er frá 7.3 m3 til 17,2 m3.
Tað er ikki av ongum, at bilaframleiðarar leggja seg eftir at gera ein skraddaraseymaðan vørubil. Stjórin í Iveco North Europe, Peter Hansen, segði við Sosialin, at Iveco Daily er skaptur til at kunna snúgva sær í býnum. Hann skal rúma so nógvum, sum til ber ? nógv meira enn vanligir kassavognar.
? Av tí at fleiri og fleiri býir áseta maksimumvekt fyri flutningbilar, er stórur tørvur á lítlum vørubilum, sum koritni eru stórir. Hetta er júst filosofiin aftan fyri Iveco Daily.
Tann fyrsti Iveco Daily kom á gøtuna í 1976, og síðani eru seldir væl oman fyri eina millión Daily-bilar.
? Prinsippið er at samanfata tað, sum ein lastbilur kann útinna ? og komfortina í einum vanligum persónbili, segði Peter Hansen.
Sølustjóri hjá Iveco í Danmark er Gunni Mikkelsen. Hann segði við Sosialin, at í staðin fyri ein yvirvaksnan persónbil, so fært tú við Iveco Daily ein lítlan flutningsbil, sum hevur ein a nyttulast millum 2.8 og 6.5 tons. yvir 3.000 brigdi eru í at velja, býtt upp í tríggjar bólkar, alt eftir tørvi brúkarans.
? Hetta gevur møguleikar fyri at fáa júst tann bilin, ið tær tørvar, segði Gunni Mikkelsen.
Tað er Reyni Service í Havn, sum er Iveco umboð í Føroyum, og er tað Tummas Pauli av Reyni, sum er Iveco sølumaður.
? Vit leggja okkum serliga eftir at selja Daily modellið, sum fæst í nógvum ymiskum brigdum, sigur Tummas Pauli.
Umframt Daily, so selur Reyni Service eisini EuroCargo, sum er frá seks tonsum og uppeftir.
Tummas Pauli sigur, at tað góða við Iveco Daily er, at hann fæst heilt upp til 17,2 m3 ? og tað er væl meira enn kappingarneytar.
? Og hóast hann er størri, so hevur hann ikki størri vendidiametur, enn teir smærru bilarnir, og tað er ein avgjørdur fyrimunur, heldur Tummas Pauli av Reyni.
Iveco verksmiðjan hevur gjørt ein serligan bil til norska postverkið. Tummas Pauli av Reyni sigur, at talan er um ein bil við serligari dragihurð, sum verður latin upp við einum serligum korti.
? Fer førarin longur frá bilinum enn eitt vist, fer hurðin aftur av sær sjálvum, og tá hann nærkast bilinum aftur, fer hon uppaftur. Hesin bilurin er gjørdur sum ein roynd til norska postverkið, og verður framleiddur undir navninum Iveco Daily Vendor.
Iveco er kendur í gøtumyndini í Føroyum sum vøruvognur og lastbilur, men Reyni Service hevur enn ikki gjørt nógv við teir størru lastbilarnar, sum Iveco eisini framleiðir. Tummas Pauli av Reyni sigur, at teir enn ikki hava nóg góðar umstøður til størru bilarnar.










