Gjørdur »kristindómur«

Richard Danielsen.

 

Í sálmi l38,2 lesa vit hetta: “ Tí dýrt hevur tú gjørt orð títt, meir enn alt navn títt”.

 

Versið er stutt, men byggir á alla skriftina. Skriftin setir skriftina ógvuliga frammaliga.

 

Tann ið trýr á Gud má góðtaka skriftirnar. Tær eru orð Harrans til okkara. Bíblian er ein profetabók allan vegin ígjøgnum.

 

Hetta versið kom aftur til mín nú ein dagin í samband við, at menniskju gera krav uppá at vera kristin, men samstundis ikki trúgva tí , sum skriftirnar siga um synd, hóast at bæði nýggja og gamla testamenti eru púra greið hesum viðvíkjandi og kalla tað synd og andstyggiligt.

 

Hesi menniskju siga at tey trúgva, men hvørjum er tað tey trúgva?

 

Bíblian er greið hesum viðvíkjandi, gera vit krav uppá at vera tey, sum trúgva á Jesus Kristus, má hetta síggjast í lívi okkara.

 

Nú tali eg ikki um at falla, ella verða tikin av fótum av onkrari synd. Nei her er talan um tey, sum siga at tey eru Guds børn, men stíga fram og forsvara tað, sum skriftirnar greitt fordøma og siga vera synd. Tað ber ikki til. Tann, sum sigur seg vera ein kristin má góðtaka skriftirnar.

 

Jesus bygdi á skriftirnar. Í Mark.12,28-29 talar Jesus um tey tvey størstu boðini: “Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum og næsta tín, sum teg sjálvan”. Men ansað eftir, hvat hann sigur áðrenn: “Hoyr Ísrael hoyr”. Í bók Jeremiasar, sum sigur frá seinastu tíðini áðrenn Judaríkið gekk til grundar, lesa vit aftur og aftur, at Harrin gjøgnum profetin talaði og kallaði á fólkið til umvending. Men aftur og aftur lesa vit hetta: “Tey vildu ikki lurta eftir”. Og tey, sum ikki vildu lurta eftir fingu dóm sagdan yvir seg.

 

Í Jóh. 12,46-48 sigur Jesus hetta:.”Tann, sum hoyrir tykkum hoyrir Meg” o.s.fr. Tann, sum trýr á Jesus má akta ápostlarnar og ganga eftir tí læru, sum teir læra.

 

So, tú sum lesur og eg sum skrivi, vit mugu akta skriftirnar. Tann, sum hoyrir skriftirnar hoyrir Jesus. Einans við at halda okkum til hitt innblásta orð Guds kunnu vit vera standandi ímóti tí ræðuliga falli, sum er fólki okkara fyri í hesum døgum, nú ið bíblian verður sópa av borðinum fyri menniskjans egna uppfunna »kristindómi«.