Nýggi Mitsubishi Colt kom fyrst á japanska marknaðin í fjør í eini nakað annarleiðis útgávu enn hesin, sum verður gjørdur á NedCar bilverksmiðjuni í Hálandi í samstarvi við DaimlerChrysler.
Tað fyrsta man leggur til merkis, tá man setur seg við rattið á Coltinum, er hvussu rúmlig kabinan er. Har er høgt til loft og vítt til veggja í mun tilstøddina á bilinum.
Litirnir eru frískir og nýmótans og gott beinpláss er bæði framman og aftan. Baksetrini kunnu flytast 15 cm aftur og fram, soleiðis at viðførisrúmið kann broytast frá 220 til 315 litrar. Baksetrini kunnu eisini takast heilt úr bilinum. Øskubikari situr leyst og kann flytast millum fleiri ymiskar støð, ið eisini kunnu brúkast sum fløskuhaldarar.
Colt hevur ein framkomnan undirvogn og sera góðar koyrieginleikar. Hann hevur gott og fast vegtak uttan at virka harður. Servostýringin er elektronisk.
Colturin fæst við trimum ymiskum bensinmotorum, har tann minsti er 3 syl, 1,1 litur við 75 hk, síðan eru tveir 4 syl., ein 1,3 litur við 95hk, og ein 1,5 við 109 hk.
Umframt ABS bremsur við EBD, hava Mitsubishi sítt egnu stabilitetssystem, sum teir kalla MASC (Mitsubishi Active Stability Control) og MATC (Mitsubishi Active Traction Control). Skivubremsur eru bæði framman og aftan.
Colt fæst í trimum útgávum hvat útgerð viðvíkur: Inform, Invite og Instyle, sum er tann best útgjørdi. Bilurin vit royndarkoyrdu var ein Instyle við t.d alufelgum sum standard.
Trygdin og kvaliteturin eru á høgum støði, og nýggi Colturin skal eftir ætlan vera við til at fáa veruliga gongd á søluna av Mitsubishi í Evropa.
Bíligasti Colt kostar kr. 169.000,- og t.d. kostar ein 1,3 Inform við 95 hk kr. 173.000,-
Myndatekstur:
1.
Mitsubishi Colt er ein hatchback við 5 hurðum. Bilurin verður gjørdur í Evropa og er ein tann rúmligasti í sínum klassa
2.
Colturin er teknaður á evropeiska designsentrinum hjá Mitsubishi nærhendis Frankfurt í Týsklandi. Baklyktirnar eru líka stórar sum á einum Volvo stationcar
3. Colt Instyle innan. Stílurin er frískur og nýmótans og merktur av góðum kvaliteti. Hesin hevur t.d. "Cool Pack" við semiautomatiskum aircondition, køling í handskarrúminum og rútum sum verja móti ultra-violettum strálum
Mitsubishi Colt 1,5 Instyle
Motorurin1,5 litur 4 syl. bensin 109 hk
0-100 km/t 10,0 sek
Bensinnýtsla16,1 (blandað koyring)
Dekkstødd205/45-16
Stødd og vekt
Longd387,0 cm
Breidd169,5 cm
Hædd155,0 cm
Eginvekt950 kg
Viðførisrúm220-315 litrar
Prísurkr. 186.000,- + Cool Pack
SøluumboðIvan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo